Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba

Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri “Menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba”.
Skráin fyri kvøldið
sær soleiðis út:
• Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn
• Vælkomin
• Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
• Hvat nýtt, síðan seinast vit hittust
• Spurningar frá luttakarum – møguliga hevur onkur okkurt uppá hjarta
• Kunning um áður ætlaða Suðuroyarferð og hvørjar ætlanir vit hava í heyst
• Møguligt tjak – orðið frítt
• Uppskot av evnum til komandi fund
NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu, sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostatakrabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi
mánadagin 22. september kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen, fm.
Á myndini sæst Eirikur Ó. Simonsen, formaður hjá bólkinum