Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Innbjóðing til fund hjá sjálvhjalparbólkinum fyri "menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba"

16/9/2013

Vónandi fáa Suðuroyingar høvi at vera

við.

Skráin sær soleiðis út:

· Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn.

· Vælkomin.

· Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum.

· Spurningar frá luttakarum, er nakað nýtt síðan seinast – hevur onkur okkurt uppá hjarta lurta vit fegnir eftir tí, ið bori verður fram.

· Støða skal takast hvar og nær vit skula fara til áðurnevndu útferð frá seinasta fundi, ið skuldi verið seinast í august, men av givnari orsøk ikki kundi lata seg gera.

· Møguligt tjak – orðið frítt.

· Uppskot av evnum til komandi fundir í vetrarhálvuni.

NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostatakrabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi hósdagin

19. september kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

Vinarliga

Eirikur Ólason