Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri "Menn ið hava, ella hava havt prostata krabba"

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
· Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn.
· Vælkomin.
· Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum.
· Spurningar frá luttakarum – kanska hevur onkur okkurt uppá hjarta.
· Hvørji sosial tiltøk skula vit fremja fyri Prostatabólkin framyvir.
· Møguligt tjak – orðið frítt.
· Uppskot av evnum til komandi fundir eftir summarfrítíðina.
NB: Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata
krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi
mánadagin 10. juni kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen