Í Føroyum fáa í miðal 24 kvinnur bróstkrabba um árið
Í miðal fáa 24 føroyskar kvinnur staðfest bróstkrabba um árið ella ein av hvørjum tíggju kvinnum.
Talið svingar eitt sindur, í fjør var talið 34 í mun til 23 tilburðir árið fyri; í 1997 var talið 13. Bróstkrabbi er so statt tað slagið av krabbameini, ið rakar flest kvinnur í Føroyum. Sjúkan verður sjáldan staðfest hjá kvinnum yngri enn 30 ár.Umleið 25 prosent av kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba, eru yngri enn 50 ár, 50 prosent eru millum 50 og 70 ár, og 25 prosent eru eldri enn 70 ár. Flestu tilburðirnir verða funnir, tí kvinnan sjálv merkir ein knykil ella okkurt óvanligt í bróstinum. Tí verður mælt til at kanna bróst og armholur eina ferð um mánaðin.
Í Danmark fáa 4.000 á hvørjum ári staðfest bróstkrabba ella níggjunda hvør – teirra millum eru 25 menn ella ein av hvørjum hundrað; teir flestu eru í aldrinum 45 til 74 ár.
Hví títtleikin av bróstkrabba er eitt vet lægri í Føroyum enn aðrastaðni, er tað eingin ið veit.
Um tvey ár verður mammografiscreening sett í verk sum eitt tilboð til allar kvinnur í Føroyum í aldrinum 50-69 ár. Kvinnurnar verða kannaðar annað hvørt ár; taka allar av, verða 2000 kvinnur kannaðar á hvørjum ári. Kanningar úr øðrum londum hava víst, at deyðstíttleikin verður settur niður við umleið 30 prosentum, um mammografiscreening stendur kvinnum regluliga í boði.
Skurð- og eftirviðgerðirnar av bróstkrabba eru so mikið góðar í dag, at fleiri og fleiri gerast frísk ella liva longri við sjúkuni – ikki minst orsakað av, at kanningarhættirnir alla tíðina gerast betri, soleiðis at bróstkrabbin verður funnin fyrr.
Tú kanst gera nógv sjálv í royndini at fyribyrgja bróstkrabba – til dømis ansa eftir ikki at viga ov nógv, vera likamliga virkin, avmarka rúsdrekkanýtsluna, fara til lækna, tá ið tú varnast broytingar í bróstinum og taka av tilboði um mammografiscreening.
Enn kennir eingin orsøkina til bróstkrabba, men helst gera fleiri viðurskifti seg galdandi. Vit vita, at bróstið er virkin partur av hormonskipanini og at østrogen hevur ávirkan. Lívstílur, umhvørvisávirkan, dálking og strongd verða eisini mett at vera viðurskifti, sum kunnu vera atvoldin.