Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta í felagshúsinum Ólastova

6/3/2025

Vit hittast í fittligu felagshúsinum "Ólastova", sum standa beint við frákoyringina til Krambatanga tórsdagin 20. mars kl. 16.00.

Góð og hugnalig samvera. Sjálvandi er ein góður kaffimunnur og okkurt afturvið á borðinum. Høvi verður at tosa við fólk, sum hava stundir at lurta. Vanliga er hetta ein stak hugnalig løta, har stundir eisini eru til kortspøl, borðspøl og stokkar.

Verið vælkomin og tit eru eisini vælkomin at bjóða onkrum við.

Gott parkeringspláss er sunnanfyri húsið.

Vit síggjast.