Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri stomioperaraðum á Hotel Hafnia 23. mars 2009

25/2/2009

Anette Probst og Jonna Løwe, sjúkrarøktarfrøðingar hjá Dansac & Hollister Danmark, greiða frá hvat er av nýggjum innan stomivørur og hvussu tað kann viðvirka til at hækka lívsgóðskuna hjá fólki við stomi.Tygum eru vælkomin at hava avvarðandi við.Eisini ber til at hitta umboð fyri Stomibólkin, ið er ein bólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir frá Stomiambulatoriinum, Lív Lognberg og Elin Vitalis og ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingurin Margret Mortensen frá Føroya Felag móti Krabbameini verða eisini at hitta.

Um tygum hava hug at vera við, vinarliga boða frá á stomiambulatoriinum í seinasta lagi 16.3.09. á telefon 227662 ella 234544