Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi
11/3/2013

Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, mánakvøldið 18. mars kl. 19.00.
Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman og fáa svar uppá viðkomandi spurningar. Tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og soleiðis eisini veita hjálp til sjálvhjálp.
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars kl. 12.00 á telefon 317959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
V/ Undirlívsbólkin
Beinta Højsted
Forkvinna
V/Krabbameinsfelagið
Anna Maria Østerø
Ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur
Mynd: Beinta Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum