Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.

20/11/2012

                                                   

                             

.

Umframt hugnaliga samveru og prát, so greiddi Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, frá hormonviðgerð fyril yvirgangsaldur, árin og hjáárin og onnur viðkomandi viðurskiftir.

Hugnaløtan var í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn. Hugnaløta verður væntandi aftur í februar 2013, lýst verður á heimasíðuni, tá ið tíðin nærkast.

Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman og fáa svar uppá viðkomandi spurningar. Tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og  soleiðis eisini veita hjálp til sjálvhjálp.

Eru spurningar, ber til at ringja á ráðgevingarstovuna á 317959 ella skriva teldupost til: ffk@krabbamein.fo

Vinarliga

V/ Undirlívsbólkin

Beinta Højsted

Forkvinna

V/Krabbameinsfelagið

Anna Maria Østerø

Ráðgevandi  sjúkrarøktarfrøðingur