Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi

20/9/2012

                                                                       

Á myndini sæst: Beinta Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum.

Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi            

                             

Hugnaløtan var í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, mánakvøldið 24. september kl. 19.00.

Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og soleiðis veita hjálp til sjálvhjálp. Eisini er eitt endamál at víðarigeva nýggja vitan.

Næsti fundur/hugnaløta verður í novembur, lýst verður á heimasíðuni, tá ið tíðin nærkast.

Eru spurningar ella ivamál eru tit eisini vælkomin til at venda tykkum til okkara á felagnum við at ringja á tlf. 317959, ella senda teldupost  kmf@krabbamein.fo

Vinarliga

V/ Undirlívsbólkin

Beinta Højsted

Forkvinna

V/Krabbameinsfelagið

Anna Maria Østerø

Ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur