Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi

Hugnaløtan var í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, mánakvøldið 07. mai kl. 19.00.
Beinta Højsted og Malan Andreasen fortaldi frá ráðstevnu, tær júst hava verið á hjá KIU í Danmark. KIU stendur fyri "Kræft i Underlivet". Á myndini síggjast Beinta og Malan saman við Søs Egelind, sum er sjónleikari, instruktør og undirhaldari. Søs Egelind hevur sjálv havt krabba, og heldur ofta fyrilestrar, um at koma víðari í lívinum aftaná sjúkugongdina.
Endamálið við slíkum hugnaløtum er at hava eina hugnaliga løtu, tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og soleiðis veita hjálp til sjálvhjálp. Eisini er eitt av endamálunum at savna og víðarigeva vitan um krabbamein í undirlívi, upplýsa um fyribyrging og skipa fyri ymsikum tiltøkum.
Næsta hugnaløta av hesum slagi verður aftur í september. Lýst verður nærri, tá tíðin nærkast
Vinarliga
V/ Undirlívsbólkin
Beinta Højsted
Forkvinna
V/Krabbameinsfelagið
Anna Maria Østerø
Ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur