Hugnaløta fyri kvinnur sum hava - ella hava havt krabbamein í undirlívi
Bólkurin fyri kvinnur, sum hava - ella hava havt krabbamein í undirlívi, hittist til prát og hugnaliga samveru.Endamálið við bólkinum er:
. at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
2. at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki.
3. at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi.
4. at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi.
Bólkurin hevur gjørt av at skipa fyri eini hugnaløtu umleið sættu hvørja viku fyri kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.
Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Hesaferð hevur bólkurin avrátt at fara út at bowla og fáa eina lætta máltíð saman.
Møtt verður í Bowlinghøllini á Hálsi, Heykavegur 1, Tórshavn, týskvøldið 17. apríl kl. 18.30.
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin 13. apríl kl. 15.00 á telefon 317959/ 217959 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo