Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri kvinnur

2/4/2007

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.

Endamálið við bólkinum er :1: At hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.

2: At vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki.

3: At savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi.

4: At fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi

Bólkurin hevur gjørt av at skipa fyri eini hugnaløtu umleið sættu hvørja viku fyri kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.

Hugnaløtan verður í hølunum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn týskvøldið 8 Apríl 2008 kl. 19.00.

Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 7. Apríl.2008 kl. 15.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo