Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri kvinnum, sum hava ella hava havt undirlívskrabbamein.

20/5/2014

Góðu kvinnir, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi !

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í Undirlívi til eina hugnaløtu . Hugnaløtan verður 26.mai kl. 19, á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Oddbjørg Johannesen, psykoterapeutur fer at hava eina framløgu um, hvussu mindefullnes kann økja um lívsgóðskuna, og høvi verður eisini til prát og hugnaliga samveru.

Skrá fyri kvøldið:

1. Vit fáa okkum ein drekkamunn, Beinta forkvinna í Undirlívsbólkinum bjóðar vælkomin.

2. Oddbjørg hevur framløgu um mindefullnes

3. Beinta og Hervør siga frá KIU landsfundi tær hava verið á í Danmark í aprílmánaða

4. Ymiskt

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at koma til hugnaløtuna, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin

23. mai, kl.15.00 á 317959 ella á teldupost: annamaria@krabbamein.fo

Vinarliga

Undirlívsbólkurin og Krabbameinsfelagið

Beinta Højsted og

Anna Maria Østerø

Á myndini er Beinta Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum