Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnakvøld um bróstkrabba

21/10/2008

Í samband við at Føroya Felag móti Krabbameini og sjálvhjálparbólkurin, Bót til Bata, varpa ljós á bróstkrabba í oktobur mánaða, verður eitt hugnakvøld fyri bróstopereraðar kvinnur á Klaksvíkar sjúkrahúsi hóskvøldið, tann 30 oktobur.

À skránni eru fyrilestrar um fysioterapi eftir bróstviðgerð og lymfødem, men ætlanin er eisini, at bróstskurviðgjørdar kvinnur kunnu hittast til eitt hugnaligt kvøld við møguleika at tosa við aðrar bróstskurviðgjørdar kvinnur.

Karin Djurhuus og Sólbjørg Fredriksberg, fysioterapeutar, fara at halda fyrilestrarnar.

Tað hevur alstóran týdning, at kvinnur fáa kunning og tilboð um endurmenning, so tær ikki fáa lymfødem trupulleikar.

Tilmelding til tiltakið hjá Føroya Felag móti Krabbameini áðrenn 28/10 kl.14 á telefon 317959/ 217959 ella 217957.