Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hans Pauli Strøm: Røða til setan av fyrilestrarkvøldi

10/4/2007

Røða til setan av fyrilestrarkvøldi hjá Føroya felag móti krabbameini 14. apríl 2007

Gott kvøld, góðu áhoyrarar og fyriskipararEg vóni tit bera yvir við, at eg komi sum avloysari í kvøld fyri løgmann. Hann er burturstaddur og biður meg heilsa.

"Menniskja er ikki ein oyggj, men ein partur av meginlandinum". Soleiðis sigur eitt gamalt útlendskt orðatak og vísir til, at menniskja eigur ikki at liva einsamalt og fyri seg sjálva, men í felagsskapi saman við øðrum menniskjum. Menniskja livur i einum "bundinskapi" til onnur. Í einum tílíkum samanspæli fáa handlingarnar hjá einstaka menniskjanum størri ella minni avleiðingar ella konsekvensir fyri onnur, - á sama hátt sum handlingar hjá øðrum fáa ávirkan á tað einstaka menniskja og tess lív.Danski heimspekingurin Løgstrup meinar, at tann einstaki hevur ongantíð við eitt annað menniskja at gera, uttan so, at hann onkursvegna hevur nakað av lívinum hjá hesum í síni hond. Tað kann vera okkurt pinkalítið, ein stemningur, sum fer framvið, gleði, sorgblídni ella onkur vanlig gerðandishending. Men tað kann eisini verða ræðandi nógv, tað kann vera so, at tað stendur til tann einstaka, um lívið hjá hinum eydnast ella ikki.
Tá menniskju í gerandisdegnum - og ikki minst í familjuni - virka saman, er umsorgan ein dimensjón. Man roynir at fanga og at skilja tørvin og áhugan hjá hvørjum øðrum og at ganga hesum á møti. Talan er altso um privata, natúrliga og óformliga umsorgan.
Men tá vit tosa um umsorgan eitt nú á barnagørðum, sjúkrahúsum og ellisheimum, tosa vit um formfesta umsorgan. Kjarnin í tílíkari professionellari útinnan er, at umsorganin er millum tann, sum gevur umsorgan og tann, sum tekur ímóti, og málið er at stuðla undir trivnað, læru og aðra hjálp í gerandisdegnum. Hetta merkir, at tann, ið tekur ímóti, kennir, at tann professionelli hevur áhuga, vilja og ein empatiskan ella innlivandi hugburð.

Umsorganin og empatiin er tað berandi, tá vit tosa um at hava eitt gott lív. Nú vita vit, at tað eru ikki øll, sum altíð hava eitt gott lív, tað er tykkara felag jú eitt livandi tekin um. Fólk koma í svárastu neyð, tá tey gerast lívshættisliga sjúk og eitt nú fáa krabbamein.

Men skulu vit liva eftir etisku regluni um, at øll skulu hava eitt gott lív, so er tað upp til okkum at skipa so fyri, at øll hava henda møguleikan.

Møguleikarnir at fyribyrgja, grøða og linna verða, sum tíðin gongur, betri og betri. Og vit fegnast og taka væl ímóti teim møguleikum, sum koma. Í dag eru ymsir grøðingarmøguleikar, sum vit bert fyri fáum árum síðan als ikki kundu droymt um skuldu bera til.

Men nakrir av framkomnu lekingarmøguleikunum seta eisini spurningar um, hvussu langt vit kunnu og skulu fara. Hugsi eitt nú um genterapi, kloning og eggdonatión. Hvar er markið ? Nær gera vit tað rætta ? Nær gera vit tað góða ? Og tað rættvísa ?

Og hvat við spurningunum um at linna? Nú hava vit nýliga og so seint sum á pallborðsfundi í gjárkvøldi umrøtt spurningin um at fáa ein virðiligan deyða. Skipanin við Hospise er júst fyri at veita virðiligan deyða. Men í kjalarvørrinum av tí, reisa seg enn fleiri spurningar. Hvussu skal umsorganin vera, so deyðin gerst virðiligur ? Skal møguleiki vera fyri at velja viðgerð, hvør skal velja ? Og um ein ikki kann velja sjálvur, skulu onnur so hava møguleika at velja fyri tann doyggjandi?

Tílíkir eksistentiellir spurningar føra ofta við sær eitt etiskt dilemma. Hvat skal eg halda, og nær skal eg halda hvat ? Tað er ikki vist, at okkara fatan sum føroyingar av tílíkum evnum, er tann sama, sum hon er hjá øðrum mentanum. Okkara hugburður og okkara fatan sprettur úr okkara egnu mentan - og tí meini eg, at tað er umráðandi, at vit sjálvi skifta orð um hesi mál.

Tí má eg eisini siga, at eg fegnist um at Føroya Felag Móti Krabbameini hevur sett júst hetta evnið á dagsskránna. Tað vísir seg sum at dagsins samfelag hevur alt størri tørv á at viðgerða etikk og etiskar reglur. Við hesum hava tit víst, at tykkara felag er bæði virkið og seriøst, og tað fáa limir tykkara, eins og samfelagið sum heild gagn av. Takk fyri tað!

Etikkur er eitt torført evni í sjálvum sær, og tað eru nógvir mátar at greina etik, men onkursvegna snýr tað seg um at taka støðu til spurningar sum: Hvat eigi eg at gera ? Og hvussu eigur samfelagið at vera skipað ?

Eg havi tað nevnt tað fyrr – tað var tá vit fyri nøkrum árum síðani høvdu eitt orðaskifti um sonevnda nakkalegdarkanningarháttin – at eg haldi tað hevði verið til gagns fyri okkum, um vit høvdu fólk, sum kundu víst okkum vegin, tá vit umrøða tílík etisk evni. Á henda hátt fáa vit møguleika at tryggja okkum eitt dygdargott orðaskifti. Vit verða meiri tilvitað sum samfelag og sum persónar, og kunnu fáa mannagongdir og reglur, sum hóska til okkara mentan. Vit kenna skipanir, sum Etisk Ráð ella etiskar nevndir í londunum rundan um okkum. Ofta eru hesi ráð ella nevndir umboðað við fólki, sum hava førleika innan menniskjalig viðurskifti, eitt nú innan læknavísindi, teologi, sálarfrøði, røkt og ikki at gloyma vanligt skynsemi.

Seta vit á stovn eitt tílíkt toymi, kunnu vit vísa, at vit hava gjørt okkum ómak við leita eftir, hvussu vit kunnu at handla menniskjaligt gott og rætt. Tá staðfesta vit, at "Menniskja er ikki ein oyggj, men partur av meginlandinum".

Takk fyri.