Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Granskingarverkætlan um arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba millum føroyingar farin í gongd.

27/10/2017

Granskingarverkætlan um arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba millum føroyingar farin í gongd.

Í Føroyum verða árliga staðfestir umleið 21 tilburðir av bróstkrabba og umleið fimm tilburðir av eggjastokkakrabba. Altjóða tøl vísa, at 5-10 % av bróstkrabba- og 10-15 % av eggjastokka­krabba­tilburðum eru arvaligir.

Granskað hevur verið innan arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba, eisini kallað HBOC, í nógv ár, og funnið er fram til, at orsøkin til sjúkuna í stóran mun liggur í serkendum ílegum sum BRCA1 og BRCA2. Hesar serkendu ílegurnar hava við sær greitt øktan vanda fyri at fáa bróst- ella eggjastokka­krabba.

Kanningar vísa, at hesar serkendu ílegur ikki eru at finna millum føroyingar. Kortini síggja vit, at bæði bróst- og eggjastokkakrabbi hava serligan títtleika í ávísum familjum eisini her í Føroyum. Sostatt er enn ikki staðfest, hvørjar ílegur eru atvoldin til HBOC í Føroyum.

Nýggj granskingarverkætlan er nú farin í gongd á økinum, og endamálið er at eyðmerkja tær ílegur, sum kunnu vera orsøkin til HBOC í Føroyum. Hetta verður gjørt við at bjóða teimum, sum hava fingið staðfest bróst- ella eggjastokkakrabba, har illgruni er um, at sjúkan er arvalig, at luttaka í verkætlanini. Eisini fáa 3-4 av skyldfólkunum, sum ikki eru ella hava verið rakt av sjúkuni, tilboð um at luttaka.  Harumframt verða kontrollpersónar, sum áður hava luttikið í verkætlanum hjá Ílegusavninum, har hvørki tey sjálv ella næstu skyldfólk teirra hava staðfestan bróst- ella eggja­stokkakrabba, bodnir við. Innbjóðing og luttakarakunning verða send út í næstum.

Endamálið við granskingarverkætlanini er at eyðmerkja tær ílegur, sum kunnu verða orsøk til arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba í Føroyum. Á henda hátt fæst betri grundarlag fyri screening av føroyskum sjúklingum við bróst- og eggjastokkakrabba, eins og møguleikarnir fyri leiðbeining í diagnostisering og sjúkuviðgerð verða betri.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Ríkissjúkrahúsið, Aalborg Universitetshospital og Landssjúkrahúsið.