Grannakaffi 2015 gav Krabbameinsfelagnum umleið hálva millión krónur.

Grannakaffi 2015 gav Krabbameinsfelagnum umleið hálva millión krónur.
Leygardagin 14. mars fór tiltakið Grannakaffi hjá Krabbameinsfelagnum av bakkastokki fyri fyrstu ferð kring landið (okkurt einstakt uttanfyri landoddarnar eisini), og ikki kann sigast annað enn, at úrslitið hevur verið framúr gott.
Út við 100 einstaklingar, familjur, feløg, felagsskapir, bindiklubbar, undirhús, arbeiðspláss, skúlar, dagstovnar, grannaløg og bygdir høvdu bjóðað seg fram at verða vertir fyri Grannakaffi. ”Vit í Krabbameinsfelagnum eru heilt ovfarin og rørd yvir stóru undirtøkuna og alla vælvildina, sum hevur verið í samband við tiltakið”. Mong siga seg vera fegin um høvið at lata dyrnar upp fyri grannalagnum og hittast til hugnaliga samveru og samstundis vera við til at stuðla einum góðum endamáli. ”Tað hevur verið sera hugaligt at taka ímóti øllum teim positivu afturmeldingunum frá vertunum, og fleiri teirra ynskja at verða vertir aftur komandi ár”
Nú bússurnar eru tømdar og upptaldar vísir úrslitið, at umleið ein ½ mill. kr. komu inn til Grannakaffi. ”Hetta úrslitið høvdu vit ikki torað at droymt um”. Hetta gevur felagnum álit og árræði at arbeiða miðsvíst víðari á somu leið við upplýsing, fyribyrging og gransking. Vit kunnu bara staðfesta, at virðið av hesum átakinum fevnir longri enn peningaupphæddinga, sum kemur inn, tí øll, ið hava luttikið í Grannakaffi hava tikið lógvatak saman og varpað ljós á krabbamein við teirra heilt persónligu luttøku og frásøgum.
Krabbameinsfelagið ynskir við hesum at veita eina hjartans tøkk til allar vertir, gestir, sjálvboðin, stuðlar og onnur, ið á ein ella annan hátt hava rætt eina hjálpandi hond og hava gjørt mun. Stóra undirtøkan og góða úrslitið hava eisini givið Krabbameinsfelagnum dirvi at skipa fyri Grannakaffi aftur komandi ár, og væntandi verður dagurin hildin um sama mundi sum í ár.