Grannakaffi

Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann
veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til tiltakið Grannakaffi . Tiltakið
er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum, men hevur sín uppruna
í spurninginum “hvat kann eg gera fyri at hjálpa?” og tekur støði í tí,
sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at stákast og
skipa fyri hugnaløtum.
Grannakaffi verður hildið leygardagin 14. mars og hevur tveir hjálparmøguleikar:

Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein
drekka munn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Tað verður
latið upp til hvønn einstaka vertin at seta sín dám á tiltakið so leingi tað
ikki stríður móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.
Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, skúlaflokki ella
undirhúsi og rinda fyri drekkamunnin ella tað, sum verturin velur at
uppvarta við. Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun.
Fram til 1. mars kunnu áhugað gerast vertir til Grannakaffi.
Krabbameinsfelagið vónar at fáa nógvar vertir kring landið.
Tey, ið hava hug at gerast vertir fáa nærri kunning um, hvussu ein
ber seg at við at venda sær til Krabbameinsfelagið ella nema sær
kunning á www.krabbamein.fo og á facebook.com/grannakaffi