Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gongutúrar við Marjun Holm

20/9/2026

Gongutúrur frá Kirkjubø til Havnar hósdagin 15. oktober kl. 16.00. Hetta er ein miðal torførur túrur, verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við rulluportrið beint áðrenn Kirkjubø og fara til gongu kl. 16.00. Til ber at seta bilin Millum Horna ella á vinnuøkið aftanfyri Noma Tek og taka bussleið nr. 5 Millum Horna kl. 15.37 og biðja bussføraran støðga við rulluportrið. So er lætt at koma til bilin tá vit koma til Havnar. Annars ber til at seta bilin við rulluportrið og taka bussin aftur til Kirkjubøar eftir bilinum við bussleið nr. 5 sum koyrir aftur kl. 18.18 millum Horna.

Gongutúrur út á Trælanípuna týsdagin 20. oktober kl. 16.00. Hetta er ein miðallættur túrur, tó er sjálvt tað at ganga niðan á Trælanípuna heldur tungt, men tað ber til at fáa sær ein steðg og bíða, um ein ikki ynskir at ganga niðan. Verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við móttøkuhúsið hjá Trælanípuni í Miðvági og fara til gongu kl. 16.00.

Hósdagin 22.oktober kl. 16.00 fara vit at ganga frá Sundshálsi um Kleynisvarða til Havnar. Hetta er ein lættur túrur, verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við Gellingarklett og fara til gongu kl. 16.00.

Fyrivarni verður tikið fyri veðrinum, um neyðugt er at avlýsa onkran túrin, verður hetta kunngjørt á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum og á facebook vanganum hjá Krabbameinsfelagnum.

Vit fara til gongu kl. 16.00, frá staðnum har túrarnir byrja, møti í góðari tíð.

Samband: Marjun Holm - telefon 221466