Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gongu½maraton - Venjing fyri gongufólk!

8/2/2019

Venjing fyri gongufólk!

Øll hava brúk fyri frískari luft og at røra seg. Hví ikki gera sum Annita á Fríðriksmørk? Hon ætlar sær at ganga ½ marathon 2. juni, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður.

Ætlanin er at venja tríggjar ferðir um vikuna, týs- og mikudagar kl. 17.00 og leygarmorgnar kl. 08.30. Vit møtast fyrstu ferð á Tórsbreyt, týsdagin 12. februar kl. 17.00. Møtt verður á Tórsbreyt og so ber til, bæði at ganga á breytini, ella aðra staðni.

Tað er eisini gonguvenjing á Strondum. Tað er Anna E. Joensen, sum hevur titkið stig til at fólk á Strondum og á eysturoynni eisini kunnu venja til gongu½maraton. Vant verður týsadag og hósdag kl. 19.30 og leygardagar kl. 10.00 (broytingar kunnu koma fyri). Møtt verður við byrgdarhúsið á Strondum.

Tey, sum vilja, kunnu venja eftir einum programmi, trýst her fyri at taka niður venjingarprogram.

Fleiri vit eru, lættari verður tað