Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Góð ráð um sólvanar…

2/5/2006

Hóast tað kann tykjast langt ímillum sólstrálurnar í Føroyum, er sólin líka vandamikil her sum aðrastaðni ein góðan summardag. Tí ræður um at taka tey hyggjuráðini til sín, sum vit kenna úr útlandinum. Sólin í Føroyum er nevniliga sterk; nýggj hagtøl staðfesta eisini, at tilburðirnir av húðkrabbameini eru vaksandi í Føroyum, serliga seinastu árini; ov nógv sól og solarium verða mett at vera høvuðsatvoldin til stóra títtleikan.Úr Danmark hoyrist, at Veðurstovan hevur sent eina ávaring út um, at sólin í summar verður sterkari enn vanligt orsakað av tunna ozonlagnum – í mongd verða sólstrálurnar tíggju prosent hægri enn vanligt. So havið fyrilit og hugsið um góðu hyggjuráðini, sum eru, annaðhvørt tit eru í Føroyum ella fara í heitari lond at ferðast…

1. Skýggja middagssólinaMiðskeiðis á sumri og serliga mitt á degi eru sólstrálurnar serliga vandamiklar. Ikki minni enn helmingurin av allari stráling frá sólini kemur í tíðarskeiðnum millum klokkan 12 og 15 – á sumri. Ætlar tú tær at sóla tær, so ger tað helst fyrrapartin áðrenn klokkan 12 ella seinnapartin eftir klokkan 15. Tú fært stórt sæð tað sama burtur úr, tá ið tað ræður um gylta húðarlitin, sólin gevur, samstundis sum tú verjir heilsuna.

2. Ver í skugganumTær nýtist ikki at vera í sólini fyri at gerast brún. Í skugganum av einum træi ella undir einum sólskjóli fært tú helvtina so nógva sól. Tú kanst eisini gerast brún ein summardag, tá ið tað er skýggjað. Treytað av veðrinum, sleppa skýggini 30-70 prosent av sólstrálunum ígjøgnum.

3. Far í tunn klæðirTunn klæðir úr bummull eru besta sólverjan hjá børnum. Henda sólverjan er munadygg og kennist væl. Ert tú í eini tunnari T-blusu úr bummull, kanst tú verða 7-8 ferðir longri enn annars í sólini uttan at verða brend/ur.

4. Brúka sólkremTey bestu og tryggastu ráðini eru at skýggja sólina tá ið hon er heitast, halda teg í skugganum, og vera í tunnum klæðum, men ætlar tú tær at sóla tær, so smyr sólkrem á kroppin.Tú skalt taka upp í ein fullan lógva av sólkremi og smyrja allan kroppin. Tað er als ikki nóg mikið bert at smyrja eitt sindur her og eitt sindur har. Til børn ein fullan barnalógva ella umleið 20 ml. og til vaksin umleið 40 ml. Brúkið í minsta lagi faktor 15.Sólskáldan er atvoldin til flestu tilburðir av húðkrabbameini. Solariumstrálur eru líka vandamiklar sum vanligar sólstrálur. Tað ræður um at hava virðing fyri sólini og halda seg í skugganum ella inni, tá ið hon er sterkast miðskeiðis á degi millum 12 og 15. Uttan mun til, um ozonlagið er tjykkri ella tynri enn vanligt.

So hóast tú fagnar sólini, ræður um at vera ansin!