Gleðilig tíðindi um koppseting móti lívmóðirhálskrabba

Krabbameinsfelagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði, at fáa kvinnur at koppseta set ímóti HPV-virus, ið eru orsøk til ein bróðurpart av krabbameinstilburðum í lívmóðurhálsi, og fyri at fáa kvinnurnar at lata seg kanna regluliga.
Eitt lið av ungum ágrýtnum kvinnum, eru sjálvbodnar HPV-ambassadørar og hava skipað fyri einari rúgvu av kunningarátøkum ímillum ung – á facebook, í skúlum, á festivalum og aðrastaðni, fyri at fáa ungu kvinnurnar at lata seg koppseta. Teirra arbeiði hevur við vissu givið úrslit.
Vaksinan kann, saman við regluligu kanningunum (screening), byrgja fyri allar flestu tilburðum av krabba í lívmóðurhálsi. Felagið vil tí leggja stóran dent á, at saman við koppsetingini, er tað umráðandi, at kvinnur framvegis taka av tilboðnum um at lata seg kanna regluliga.
Felagið heldur, at næsta stig má vera, at meta um, hvørt dreingir eisini eiga at fáa í boði ókeypis koppseting ímóti HPV. Hetta er eitt evni, sum heilsumyndugleikarnir í londunum kring okkum kjakast nógv um, og viga fyri og ímóti. Í Grønlandi er tilboð um HPV-koppseting bæði fyri gentur og dreingir.
Somuleiðis fegnast felagið um, at prísurin á koppingarevni er minkaður niður í ein triðing av tí, hann upprunaliga var. Vit eru takksom fyri, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, nýtir hetta høvi til at víðka um aldursbólkin, sum fær tilboð um ókeypis koppseting.
Nýggja tilboðið verður galdandi frá 1. desembur 2012.
Krabbameinsfelagið