Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fyrsta gangi hálvmarathon hjá Krabbameinsfelagnum eydnaðist sera væl.

16/6/2015

Fyrsta gangi hálvmarathon hjá Krabbameinsfelagnum eydnaðist sera væl.

125 fólk luttóku á gangi hálvmarathon hjá Krabbameinsfelagnum sum var í samband við Tórshavn Maraton leygardagin 13. Juni 2015.

Í røðu sínari leygarmorgunin segði formaðurin í Krabbameinsfelangum Jákup N. Olsen soleiðis “Vit kunnu samanbera tað, at hava krabbamein og at renna eitt Marathon ella at ganga eitt ½ Marathon. Í báðum førum er tað eitt stríð og ein drúgvur teinur. Í báðum førum er tað gott at merkja, at man ikki er einsamallur á ferðini og at vita, at tað eru fólk, sum stuðla einum.“

Takk til Bragdið, Tórshavnar kommunu og øllum tykkum, sum skipaðu fyri, fyri at vit kunnu koma til skorin klæði og eisini sleppa at seta okkara dám á dagin.

Hjartans tøkk til øll, sum luttóku ella á ymsan hátt hjálptu til og góvu tykkara íkast til at tiltakið eydnaðist so væl.