Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fyrilestur við Johan Poulsen verður fyri monnum, ið hava ella hava havt prostata krabba

12/3/2013

Jóhan Poulsen fer at kunnað um tað seinasta nýggja innan prostata krabba – har verður sjálvandi eisini høvi at seta spurningar.

Fyrilesturin er ásettur at verða mikukvøldið 10. apríl 2013 frá kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, úti á Grønlandsvegi 58.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 8. apríl kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo

NB: Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata

krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm

Á myndini er Johan Poulsen, yvirlækni og urologur