Fyri teg, sum hevur mist makan av krabbameini
Ætlanin er at skipa fyri samtalubólki, har avvarðandi hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein.
Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina.
Byrja verður í januar, og ætlanin er at bólkurin hittist aðru hvørja viku, 10 ferðir íalt.
Ráðgevar vera Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur og Margret Mortensen, ráðgevandi onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til krabbameinsfelagið, so taka vit eitt prát og greiða nærri frá ætlanini.
Ring á telefon 317959, 217957 ella 217959.