Fyri teg, sum ert ung/ur og hevur ella hevur havt krabbamein

Fyrsta hugnaløta verður 31 mars kl.15 hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn.
At hitta onnur ung, ið eins og tú hava fingið viðgerð fyri krabbamein, kann vera gevandi. Hetta at liggja á sjúkrahúsi, at sita og bíða í bíðirúmi áðrenn viðtalu, at hava eftirárin av viðgerð og so frameftir, kann vera torført at deila við onnur ung, sum ikki hava roynt tað. At vera saman við øðrum, sum tú kanst tosa við um tínar tankar og kenslur, ella bara vera saman – og tú veitst, at hini skilja tað, tú ert farin ígjøgnum, kann veruliga geva orku og styrkja teg á lívsleiðini.
Um hetta hevur tín áhuga, boða frá luttøku á telefon nr 317959 ella á teldupostbústaði kmf@krabbamein.fo innan fríggjadagin 28. mars
Vinarliga
Krabbameinsfelagið