Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fundarkvøld fyri "Menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba"

5/11/2012

       

       Skráin fyri kvøldið sá soleiðis út:

     

·         Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn.

·         Vælkomin.

·         Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum.

·         Spurningar frá luttakarum – kanska hevur onkur okkurt uppá hjarta

·         Eftirmeting frá seinast á Hotell Hafnia saman við Anette og Birgitte

·         Gjøgnumganga samtyktina vit gjørdu fyri summarfrítíðina um orðing og ger av faldara: Hvussu gerast vit meira sjónligir sum felagsskapur fyri monnum ið hava, ella hava havt, prostata krabba?

·         Stutt video um fyribyrging av Inkontinens og tess venjing

·         Møguligt tjak – orðið frítt.

·         Uppskot av evnum til komandi fund, sum ætlandi verður í februar 2013.

NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostatakrabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Lýst verður á heimasíðuni tá tíðin nærkast til næsta fundarkvøld, sum verður leygardagin 23. februar kl. 13-17

Eru spurningar, ber til at ringja á Ráðgevingarstovuna tlf.317959 ella skriva til ffk@krabbamein.fo

Vinarliga, við Movemberkvøðu

Eirikur Ólason Simonsen

Grønlandsvegur 39 • FO-100 TórshavnTlf. +298 31 58 39 • Fart. +298 22 25 11eirikur@olivant.fo