Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Føroyskt krabbameinshagtøl

26/5/2008

Og nú ber eisini til at síggja útgreinað hagtøl um føroyskar krabbameinssjúklingar á internetinum.

Føroyar er eitt lítið land, og statistiska grundarlagið er minni enn í hinum londunum, men við nýggja databasanum ber til at fáa miðaltøl fyri fleiri ár, og hetta gevur eitt vísindaligt trygt grundarlag, greiðir Hans Storm frá.Føroysku tølini, sum nú kunnu síggjast á www.ancr.nu , ganga heilt aftur til 1960, men regluliga skrásetingin byrjaði ikki fyrr enn í 1995, so søguligu tølini eru ikki eins trygg og tølini frá 1995 og frameftir.

Arbeiðið at uppbyggja databasan er gjørt partvís við stuðli, men eldhugaðir einstaklingar eiga stóran part av æruni, sigur danski yvirlæknin í krabbameini.

- Sanna Dahl Niclasen og Mogens Egholm eiga alt rós uppiborið fyri tað undangonguarbeiðið, tey gjørdu fyri at savna hagtøl inn, staðfestir Hans Storm.Nú eru føroysku tølini tøk á netinum, og fyrireikararnir vóna, at arbeiðið at savna tøl kemur í eina trygga legu við almennum stuðli.

Sambært Hans Storm er størsti fyrimunurin við at hava slík greið hagtøl, at tey skapa undran og forvitni og kunnu vera grundarlag fyri betri viðgerðum.Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini, fegnast um nýggja alnótstøka datugrunnin.

- Tað hevur verið torført at fáa fígging til føroyskar granskingarætlanir, tí tølini hava mangla, men tann forðingin er burtur nú, sigur hann. Harumframt vónar felagið, at hagtølini fara at føra til betri fyribyrging, ikki minst innan teir krabbameinsformar, har føroysku tølini eru serliga keðilig.