Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Formansskifti í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum

19/12/2017

Formansskifti í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum varð stovnaður í 2001. Bólkurin er fyri familjur har børn eru ella hava verið rakt av krabbameini og familjur ið hava mist barn av krabbameini.

Seinastu árini hevur Elin Maria Joensen verið formaður í Foreldrabólkinum. Krabbameinsfelagið takkar Elin Mariu fyri tað ídni og orku hon hevur lagt í verkið sum formaður í Foreldrabólkinum. Nýggi formaðurin í foreldrabólkinum er Ella Leivsgarð. Ella mannar saman við Magna Jarnskor og Finngerð Joensen nevndina í bólkinum. Krabbameinsfelagið ynskir tykkum blíðan byr við arbeiðinum. Nevndin skipar seg fyrst í komandi árið.

Endamálið við foreldrabólkinum er at hjálpa teimum familjum har børn eru rakt av krabbameini. Eisini skipar foreldrabólkurin regluliga fyri kunnandi og sosialum tiltøkum har familjurnar fáa høvi at verða saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tey sjálvi og tískil skilja teirra støðu.

Á myndini frá vinstru : Elin Maria Joensen og Ella Leivsgarð