Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Foreldraløta á Krabbameinsfelagnum

6/3/2025

At hava sjúkt barn ella barn, sum merkir avleiðingarnar av viðgerð og seinfyrlgjum er sera avbjóðandi.  At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.

Vit hittast leygardagin 15. mars kl. 11.30 – 15.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Boða frá luttøku, áðrenn fríggjadagin 14. mars kl. 12.00 á telefon 317959, send ein sms til telefon 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo