Fólkaheilsuætlan hjá landstýrinum: Um krabbamein
Krabbamein
Á hvørjum ári fáa í miðal 180 føroyingar staðfest krabbamein, og umleið 90 doyggja árliga av hesi sjúku (Sjúklingaskráin, 2005 & Sundhedsstyrelsen, 2001). Krabbamein er tann sjúka, ið hevur við sær størsta talið av mistum liviárum undir 65 ára aldur.
Mett verður, at eini 20-30% av krabbameinstilburðum hjá monnum og kvinnum kunnu fyribyrgjast.
Tey sløgini av krabbameini, ið bestu møguleikar eru fyri at fyribyrgja, eru krabbamein í andaleiðini (svølgrúmi, lungu og lungnahinnu), krabbamein í sodningarleiðini (í munni, hálsi, vælindi, maga og langa), húðkrabbamein (móðurmerkjakrabbamein), krabbamein í landrásini (nýrum og bløðru) og krabbamein í lívmóðurhálsinum.
Mett verður, at royking, yvirvekt, ígerð og ultraviolett geisling eru orsøk til umleið 35% av øllum krabbameinstilburðum. Royking er orsøk til 25% av øllum sløgum av krabbameini hjá monnum og 15% hjá kvinnum, og royking er orsøk til 85% av øllum tilburðum av lungnakrabba.
Heilsupolitisk mál
• At fáa talið av nýggjum krabbameinstilburðum niður fyri tey sløg av krabbameini, ið kunnu fyribyrgjast, við at minka um vandatættirnar, ið elva til sjúkuna.
Fyribyrging
Fleiri kanningar vísa á, at tey bestu úrslitini á fyribyrgingarøkinum verða rokkin, tá tey yvirskipaðu og tey nágreiniligu tiltøkini verða samskipað, t.d. yvirskipaði heilsufremjandi tiltøk (aldursmark fyri nær persónar kunnu keypa tubbaksvørur og rúsdrekka, príspolitikkur og marknaðarføring) og meira málrættað tiltøk (tilboð um avvenjing, kropsvenjing og samrøður um heilsu) (Sundhedsstyrelsen, 2000).
Einstøk sløg av krabbameini kunnu í ávísan mun fyribyrgjast við screeningum, soleiðis at skilja, at hesi sløgini av krabbameini kunnu staðfestast tíðliga, so viðgerðin kann byrja tíðliga, og harvið kann minkast um deyðatalið orsakað av sjúkuni.
Talan er um lívmóðurhálskrabbamein, bróstkrabbamein og krabbamein í gørnunum. Í fleiri ár hevur føroyskum kvinnum í aldrinum 23-59 ár staðið í boði eitt tilboð um screening fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum. Screeningin hevur víst seg at hava stóra ávirkan á bæði talið av staðfestum krabbameinstilburðum í lívmóðurhálsinum og deyðatalið.
Hjá kvinnum í aldrinum 50-69 ár hevur mammografiscreening víst seg at hava nakað av ávirkan á deyðatalið, orsakað av bróstkrabbameini. Screening av monnum og kvinnum í aldrinum 50-74 ár fyri krabbamein í langanum hevur helst havt ávirkan á deyðatølini hjá hesum sjúklingabólki.
Í framtíðini fer tilboð møguliga at kunna verða veitt um screening fyri lungnakrabbamein og krabbamein í bløðruhálskertlinum.
Til tess at fyribyrgja, at fólk fáa krabbamein, fer landsstýrið undir at orða eina krabbameinsvirkisætlan.
Aðalmálið við krabbameinsætlanini verður at minka um talið av krabbameinstilburðum og fáa talið av teimum, sum yvirliva, økt, so tað verður á sama støði sum í londunum, vit vanliga samanbera okkum við.
Brot úr: Fólkaheilsuætlan føroyinga - ein liður í Visjón 2015.