Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fleiri vertir vælkomnir!

24/2/2017

Fleiri vertir vælkomnir!

Nú bert góðar tvær vikur eru eftir inntil Grannakaffi fer av bakkastokki leygardagin 11. mars, kundu vit hugsað okkum fleiri vertir.  Undanfarin ár hevur góð javnvág verið í býtinum millum oyggjarnar soleiðis at tiltøkini undanfarnu árini hava verið spjadd um alla Føroyar. Men higartil í ár eru flestu vertirnir á Streymoynni og serstakliga í miðstaðarøkinum, meðan ongin vertur er í Vágunum og bert ein á Sandoynni.  Sæð í mun til fólkatalið er tað tó Suðuroyggin, sum aftur í ár spílar seg út. Krabbameinsfelagið hevur tó ikki mist vónina um, at fleiri fara at bjóða seg fram sum vertir áðrenn freistin er úti fríggjadagin 3. mars, og um onkur hevur áhuga í at bjóða seg fram kann tað gerast her http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=249, ringja til Krabbameinsfelagið ella senda eini boð á Facebook vangamyndini hjá Grannakaffi.

Á kortinum sæst, hvar Grannakaffi verður hildið.