Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Fimleikur

16/4/2013

Hetta er eitt rørslutiltak fyri tey, ið hava verið ella eru í viðgerð fyri krabbamein. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er møguleiki fyri at, at øll familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Vant verður einaferð um vikuna - mikudag kl. 14.00-15.00 í fimleikahøllini Fimi á Hálsi, hetta fram til hálvan mai, tá steðgur verður fram til september.

Tiltakið er ókeypis.

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini og mann kemur skjótari fyri seg aftaná lidna viðgerð.

Tað er Beinta Malena Sørensen, fysioterapeutur, og Annika Lindenskov, sjúkrarøktarfrøðingur frá Ljósinum, sum leiða liðið.

Tilmelding og nærri kunning, fæst við at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo , ella til Ljósið, Beintu Sørensen, telefon 263425 og Anniku Lindinskov, telefon 282331.

Vinarliga

Krabbameinsfelagið