FIMLEIKUR

Tað er eitt rørslulið fyri fólk rakt av krabbameni, har dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
Hetta er fyri tey, ið eru í viðgerð fyri krabbamein, ella hava verið í viðgerð og fyri teirra avvarðandi. Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður møguleiki fyri at skipa liðið soleiðis, at øll familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Vant verður tvær ferðir um vikuna - týsdag frá kl. 16-17 og hósdag frá kl. 14.00 til 15.00 í fimleikahøllini Fimi á Hálsi
Tiltakið er ókeypis.
Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Tað er Beinta Malena Sørensen, fysioterapeutur, og Annika Lindenskov, sjúkrarøktarfrøðingur frá Ljósinum, sum leiða liðið.
Tilmelding og nærri kunning, fæst við at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo , ella til Ljósið, Beintu Sørensen, telefon 263425 og Anniku Lindinskov, telefon 282331.
Vinarliga
Krabbameinsfelagið