Felagið kannar tørvin hjá krabbameinssjúklingum
Tí hevur Føroya Felag Móti Krabbameini tikið stig til eina kanning har tey, sum eru - ella hava verið - rakt av krabbameini fáa høvi til at siga, hvørja hjálp tey meta vera mest umráðandi, tá man hevur krabbamein.
Felagið heitur tí inniliga á øll, sum eru - og tey, sum hava verið sjúk um at hjálpa okkum at bøta um støðuna hjá sjúklingi og avvarandi.
Í hesum sambandi ber til at ringja til skrivstovu felagsins mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til 15. Telefon: 31 79 59.
Tá er møguligt at fáa nærri frágreiðing um kanningina og fáa sent spurnablað, sum er gjørt til endamálið.
Alt arbeiði, sum verður gjørt í hesum sambandi verður gjørt í trúnaði, og øll, sum taka lut í kanningini eru anonym.