Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Felagið hevur fingið 30.000 kr.

3/12/2006

KIWANIS felagsskapurin lat á samkomu 30. november 60.000,- kr. til frama fyri føroysk børn.Upphæddin var lutað í tvey; - onnur helvtin var latin Felagnum fyri lesi- og skriviveik og hin helvtin varð latin til eina verkætlan, sum Føroya felag móti krabbameini hevur tikið stig til. Henda verkætlan er til frama fyri børn, tá foreldur teirra gerast álvarliga sjúk.

Peningur, sum Kiwanis letur, er savnaður inn við ymiskum tiltøkum, t.d. lutaseðlasølu á Ólavsøku og sølu av jólatrøum. KIWANIS hevur til endamáls at skipa fyri tiltøkum til frama fyri børn.

At Krabbameinsfelagið fekk 30.000,- kr. komst av, at felagið hevur tikið stig til eina royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at geva børnum og ungum, sum hava álvarliga sjúk foreldur eitt forum, har tey kunna tosa opið um sjúkuna og tankarnar í tí sambandi, uttan at taka atlit til onnur enn seg sjálvi.

Ætlanin er at stovna bólkar við børnum og ungum í skúlaaldri upp til18 ár, sum koma saman nakrar tímar aðru hvørja viku.Kathrina Lindenskov Joensen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur, skal skipa fyri verkætlanini hjá Krabbameinsfelagnum. Kathrina hevur royndir við slíkum arbeiði í Danmark.

Tá krabbameinssjúka er staðfest, og fyrsti skelkurin hevur lagt seg, leita tankarnir hjá mammum og pápum ofta til børnini: Hvussu nógv skulu børnini fáa at vita, - og er neyðugt at siga sum er. Ein spurningur kann eisini vera, hvussu hetta skal sigast?

Børn reagera annars ógvuliga ymiskt, tá foreldrini gerast álvarsliga sjúk.Summi byrgja seg inni, onnur royna ikki at gera nakran háva burtur úr sær sjálvum og gera øllum til vildar. Børn kunnu eisini broyta atburð, tey kunnu gerast órólig og ørkymlað.

Lívshóttandi sjúka hevur altíð við sær broytingar í familjuni. Tann sjúki kann ikki gera tað sama sum áðrenn. Familjan er í eini truplari støðu – tað er eisini galdandi fyri børnini.

Man skal tosa við børnini tá tey sjálv eru klár til hetta. Børnini hava mest brúk fyri at merkja, at vaksin tora at tosa um lívshóttandi sjúkur.

Lívshóttandi sjúkur sum krabbamein seta stór og nýggj krøv til foreldrini, serliga at tosa við børnini um truplar tankar og kenslur.Men ofta hava foreldrini - orsaka av sjúkuni - ikki orku til at tosa um hetta. Og tá verður tað upp aftur verri hjá børnunum at tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar, sum sjúkan hevur við sær.
Børnini kunnu kenna seg ógvuliga einsamøll við tankum og ótta.

Krabbameinsfelagið hevur merkt, at tørvur er á slíkum tilboði í Føroyum.Í Danmark hava tey í nógv ár havt tilboð til børn, sum hava foreldur, ið eru rakt av lívshóttandi sjúku. Eftirmetingar vísa, at tilboðið gagnar børnunum.