Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Familjudagur fyri familjur við børnum, sum hava mist mammu ella pápa av krabbameini

19/9/2012

Familjudagur fyri familjur við børnum, sum hava mist mammu ella pápa orsaka av krabbameini

Krabbameinsfelagið bjóðar familjum við børnum, sum hava mist mammu ella pápa orsaka av krabbameini, til mennandi og hugnaligan dag leygardagin 6. oktober á Gjáargarði við Gjógv.

                                                                                                                                                                               

Familjusjónarhornið hevur stóran týdning í okkara ráðgevandi arbeiði, tí tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, verður øll familjan rakt.

Krabbameinsfelagið vil fegin geva møguleika fyri at familjurnar kunnu møta øðrum familjum, sum kenna til at missa ein tey elska og sakna, og sum kenna til at hava stúran og sorg í daglidegnum.

Lívshóttandi sjúka og deyði ber við sær at gerandisdagurin broytist frá tí, sum plagdi at vera, til eitt nýtt lív, sum kann vera merkt av ruðuleika, bæði praktiskt og kensluliga. Óvanligar støðurtaka seg upp, og nógvir tankar og truplar kenslur eru at stríðast við. Børnini skulu liva víðari uttan mammu ella pápa, ímeðan makin stendur einsamallur við ábyrgdini, og er tað sjálvsagt ein stór avbjóðing at blíva ein “vanlig” familja aftur. Í hesi støðu kann tað vera gevandi og mennandi at hitta aðrar familjur við somu avbjóðingum.

Endamálið við degnum er, at familjurnar í felag seta orð á tað, sum er svárt og torført, men samstundis gjøgnum spæl og stuttleika seta fokus á gleði og látur í lívinum. Møguleiki verður givin at vera saman og hugna sær, og eisini minnast mammuna, pápan og makan, sum ikki er longur.

Stúranin og óttin hjá børnunum kann hava mong andlit. Summi børn óttast, at foreldrið sum livir eftir, eisini fer at doyggja. Onnur uppliva at mamman ella pápin verða forelskað, og ørkymlast tí tey gerast bangin fyri, at deyða mamman ella pápin verða gloymd.

Tá foreldur fáa møguleika at lurta eftir, hvørjir tankar børnini gera sær, er lættari at stuðla teimum í tí, sum er torført. Og tá børnini hoyra, hvat mamman ella pápin hugsa, gerst ímyndingin og stúranin ofta minni, og samstundis meira veruleikakend. Hóast børn og vaksin kunnu reagera ymiskt, so verður lættari at skilja hvønn annan, tá ið orð verður sett á, og familjan kann fáa eina styrkta kenslu av at ”vit standa saman”.

Familjuvikuskiftið fevnir

    • Góðan mat og hugna
    • At familjan verður forkelað
    • Tos í bólkum, skipað eftir aldri hjá børnum
    • Tey vaksnu býta royndir og tankar sínámillum
    • Spæl, gongutúrur og stuttleiki
    • Stundir til nærveru og samveru

Stað: Gjáargarður við Gjógv.

Tíð: Leygardagin 6. oktober frá kl. 9.00 til 21.30

Kostnaður: Ókeypis

Starvsfólk: Starvsfólk á Krabbameinsfelagnum og sálarfrøðingur tilknýttur felagið

Tilmelding: seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 1. oktober á telefon 317959 ella umvegis teldupost ffk@krabbaemin.fo

Ynskja tit at vita meira, ber til at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis

teldupost ffk@krabbamein.fo

Vinarliga

Jansy Gaardlykke

Dagligur leiðari

Mynd: Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari og Anna Maria Østerø ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur frammanfyri Gjáargarð við Gjógv.