Fá alla familjuna at renna við og stuðlið bróstunum - Melda til nú!

Krabbameinsfelagið og Treysti skipað fyri stuðulsrenning í Klaksvík tann 28. September
”Bót til Bata”, ið er sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, varpar á hvørjum ári ljós á bróstkrabba í Føroyum. Í oktober 2013 eru 25 ár liðin, síðani bólkurin varð settur á stovn. Tískil skipar bólkurin í ár fyri ikki minni enn tveimum stórum tiltøkum.
Fyrra tiltakið verður í Klaksvík tann 28. september 2013, tá ið Bót til Bata og Treysti skipa fyri familjurenning. Seinna tiltakið verður á torginum í SMS í Havn tan 1. oktober 2013.
Skrá fyri dagin 28. september
kl. 12.30 KÍ-høllin letur upp
kl. 13.00 Tónleikur
kl. 13.30 Setan - Annika Olsen, landsstýriskvinna
kl. 13.45 Felagsupphiting - Jóngerð Biskupstø
kl. 13.55 Farið verður til start
kl. 14.00 Renninging byrjar - Karsten Hansen, landsstýrismaður
kl. 15.00 Heilsukanning
- Blóðsukur, blóðtrýst, lungakapasitet
kl. 15.00 Linedansur - Áshild Kjærbo
kl. 15.30 Team Rynkeby Føroyar - Tummas Joensen
kl. 16.00 Tónleikur Hans Andrias Jacobsen
kl. 16.30 Lær at kanna tíni bróst
kl. 17.00 Lutakast um vinningar
Til ber at renna 2 km og 5 km
Skundi tykkum at melda tykkum til við at trýsta á her. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Ynskir tú at stuðla Bót til Bata, ert tú vælkomin at lata gávur afturat á kr. 100. Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til gransking av bróstkrabba og til arbeiði í Bót til Bata.
GG: Gjaldast kann bert við Dankorti!
Á myndini síggjast frá vinstru: Jonhard Larsen, formaður í Treystinum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum og Rúna Hentze, limur í Bót til Bata
Vinarliga
Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari