Evnisdagur: Lív og heilsa– mín ábyrgd og okkara felags ábyrgd

Fólkaheilsustøðan hjá tí einstaka og fjøldini hevur stóran týdning fyri samfelagið og arbeiðsmarknaðin. Mánadagin 28. januar 2013 verður skipað fyri einum evnisdegi á Hotel Føroyum, undir heitinum “Lív og heilsa - mín ábyrgd og okkara felags ábyrgd.
Endamálið við evnisdegnum er at geva stjórum, leiðarum og starvsfólkum innan bæði privatu vinnuna og tað almenna íblástur og amboð til ítøkilig átøk innan fólkaheilsu.
Høvuðsfyrilestrarhaldari er sviin Per Gärdsell, yvirlækni, sum í Svøríki verður mettur sum hin fremsti serfrøðingurin og meiningarmyndarin innan fólkaheilsuøkið. Í yrki sínum sum lækni og yvirlækni varnaðist hann, at heilsan hjá alt ov nógvum fólki var ov vánalig, og at neyðugt er við skipaðum átøkum at betra støðuna.
Saman við øðrum tók hann stig til granskingar–verkætlanina “Bunkeflomodellen” í 1999, har ítrótt, rørsla og heilsa varð sett á tímatalvuna á Bunkeflo skúla í Malmø. Úrslitini av granskingarverkætlanini eru hugvekjandi og slóðbrótandi.
Bunkeflomodellið er síðan breitt út til alt skúlaverkið, fyritøkur, stovnar og kommunur. Saman við øðrum hevur Per Gärdsell skrivað fleiri bøkur millum annað “Instruktionsboken till livet” og hildið fyrilestrar um verkætlanina og fólkaheilsu sum heild.
Á evnisdegnum fer Per Gärdsell at greiða frá um heilsufremjandi leiðslu og heilsustrategiir, sum fyritøkur, ráð, stovnar, skúlar, dagstovnar, kommunur, felagsskapir og onnur kunnu brúka. Hoyr eisini hansara sjónarmið um okkara felags ábyrgd innan fólkaheilsu umframt royndirnar við Bunkefloverkætlanini.
Umframt Per Gärdsell verða eisini sera viðkomandi framløgur frá Krabbameinsfelagnum og Fólkaheisluráðnum. Evnisdagurin verður skipaður sum fyrilestrar og kjakbólkar við denti á arbeiðslív, børnini, og frítíð.
Tað er Fólkaheilsuráðið og Krabbameinsfelagið, ið saman við Gallup Føroyar skipar fyri hesum temadagi. Meira fært at vita á www.gallup.fo.
Skráin
Saman við Fólkaheilsuráðnum og Krabbameinsfelagnum skipar Gallup Føroyar fyri einum evnisdegi við kjakbólkum mánadagin, 28. januar 2013 á Hotel Føroyum. Málbólkurin er stjórar og leiðarar innan privatu vinnuna og tað almenna.
Skráin:
Kl. 8.30 – 9.00: Morgunmatur og innskriving.
Kl. 9.00 – 9.10: Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, setir dagin.
Kl. 9.10 – 10.10: Hälsa – en trend som blåser förbi eller ett strategiskt viktigt vägval för Föroyar? Per Gärdsell, lækni, fólkaheilsuserfrøðingur, fyrilestrahaldari og ein av grundleggjarunum av Bunkefloverkætlanini.
Kl. 10.10 – 10.30: Ávirkan og úrslit, Krabbameinsfelagið, Jákup N. Olsen, formaður.
Kl. 10.30 – 10.40: Stuttur steðgur, frukt, juice og ísvatn.
Kl. 10.30 – 11.40: ”Det krävs en hel by för att stödja barns hälsa – alla har ett ansvar”
Per Gärdsell.
Kl. 11.40 – 12.10: Heilsustøða føroyinga, Pál Weihe, yvirlækni og formaður fyri Fólkaheilsuráðið.
Kl. 12.10 – 13.00: Miðmáli og kaffi/te omaná.
Kl. 13.00 – 14.45: Kjakbólkar.
Kl. 14.45 – 15.00: Stuttur steðgur, kaffi, te og dagsins køka.
Kl. 15.00 – 16.00: Framløgur frá kjakbólkunum og samanumtøka.
Kjakbólkar
Evni 1:
Barnagarðar og Skúlar
v/Snorra Patursson
Evni 2:
Frítíð, mentan og nærumhvørvið
v/Annleyg Lamhauge
Evni 3:
Arbeiðslívið
v/Bergtóru Høgnadóttir
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 18. januar 2013 á www.gallup.fo. Kostnaður: kr. 2.995,00 uttan mvg.Um trý ella fleiri melda seg frá sama arbeiðsplássi verður 25 % latið í avslátturi fyri nr. 2, nr. 3, nr. 4 og nr. 5.
Við í prísinum er matur og eitt eintak av Gallup Pulsinum. Luttakararnir verða býttir út á kjakbólkar seinnapartin. Um tú hevur áhuga í einum ávísum evni, ber til at melda teg til ein kjakbólk við at skriva heitið á kjakbólkinum í e-postin, tá tú sendir tilmeldingina.