Elsebeth Kristina: Sjey ár uttan kemoviðgerð
Elsebeth Kristina fylti 21. januar 2007 níggju ár, og hon kann nú, saman við familjuni, spakuliga byrja at taka meira enn ein dag í senn.Lítla gentan, sum fekk krabbamein, tá ið hon var átta mánaðir gomul, er nú hóast døpur útlit, tá ið hon var lítil, vorðin níggju ára gomul.Hon er farin í skúla og læknarnir í Íslandi, sum ikki hildu at hon fór at liva so leingi, eru fegnir um at síggja hana vaksa til.
Vitjan heima hjá Elsebeth Kristinu
Tá ið vit koma á vitjan heima hjá Elsebeth Kristinu er hon ikki komin aftur úr fysioterapi, sum hon regluliga skal ganga til.Stóribeiggi hennara bjóðar okkum blídliga inn og ringir til mammuna Ingu.Eru tit at koma heim, sigur hann á íslendskum. Jú Jú tær eru á veg og lítla løtu seinni kemur ein fitt smágenta smílandi inn.Hon er vaksin nógv síðan vit fyri fyrstu ferð skrivaðu um hana.Ja hvat heldur tú, sigur Inga, mamma Elsebeth Kristinu.Av tí at hon hevur fingið vakstrarhormonir er hon í seinastuni voksin tjúgu sentimetrar síðan vit fyri hálvum øðrum ári síðan vóru á vitjan.Orsaka av kemoviðgerðini fekk hypofysan skaða soleiðis at Elsebeth ikki vaks sum hon skuldi og tískil var hon lítil, tá ið hugsað verður um hennara aldur.
Men ikki longur
Elsebet er fyri stuttari tíð síðan komin úr Íslandi, har hon hevur verið til regluligt eftirlit fyri at vita, hvussu støðan er og fyri at fylgja við í, hvussu vakstrarhormonini virka, og um tað er neyðugt at regulera heilivágin.Meðan hon var í Íslandi fylti hon níggju ár, men av tí, at hon hevði fingið spýggisjúkuna, so mátti hon úseta føðingardagin og fer at halda hann hesa vikuna.Meðan hon situr í stovuni spæla hundurin og kettan rundan um hana og sum tað sær út er hundurin Bruno glaður fyri at nógv fólk eru inni.Tað einasta, sum honum ikki dámar, er blitsið hjá myndamanninum. Tað er heldur sterkt.Elsebeth skrivar sjálv føðingardagskortini til genturnar í flokkinum og einasta spurningin hon hevur er um fríggjadagur hevur fyrra ella seinna í. Fyrra svarar mamman á íslendskum.
Svullarnir vaksa ikki meira
Tá ið vit vóru á vitjan hjá familjuni í juni 2004 skuldi Elsebeth hava heilivág fjórða hvønn tíma, men tað nýtist ikki í dag.Elsebeth fær eina sproytu hvørt kvøld og tað er luksus, heldur Inga.Áðrenn mátti Inga ganga við heiliváginum í taskuni allastaðni har tær skuldu og torført var, tá ið Elsebeth til dømis skuldi á vitjan hjá vinkonum, tí at heilivágurin skuldi jú takast fleiri ferðir um dagin.Fyri tveimum árum síðan mátti familjan taka ein dag í senn. Sum fimm ára gomul stóð í journalini hjá Elsebeth, at hon sum átta mánaðir fekk eina ólekiliga sjúku.Men nú kann familjan byrja at síggja, í øllum førum nakrar vikur, framm í tíðina, tí at svullarnir í høvdinum hjá Elsebeth hava havt óbroytta stødd síðan ár 2000.Inga flennir, tá ið eg spyrji hana hvat læknarnir siga, tí at teir góvu ikki familjuni serliga nógv ár saman við dóttrini.Teir smílast og siga við hana at tað er deiligt at síggja, at hon er vorðin so stór, greiðir Inga frá.
Ein virkin genta
Meðan Elsebeth skrivar føðingardagskort greiðir hon frá at hon er farin í triðja flokk, og árið er longu hálvrunnið, og tískil fer hon skjótt í fjórða flokk.Jú henni dámar best evning, men tað er eisini eitt sindur stuttligt at rokna.Tað er ikki bert skúlin sum fer avstað við tíðini hjá henni. Av tí at hypofysan hevur tikið skaða hevur Elsebeth góðan matarlyst, og henni dámar best at sita og hyggja í teknifilm.Tí hevur Inga, mamma Elsebeth, roynt at fingið hana at gerast virkna á øðrum økjum.Ja eg spæli violin, eri í musikkspælistovuni, vit gera sangleikir og so eri eg við í barnakórinum í Oasuni.-Hvørjar sangir syngja tit, spyrji eg so.-Eg kann gott fara efir mappuni.Tað ger Elsebeth og kemur úr kamarinum á loftinum við eini mappu fullari av sangum.Hon sigur mær frá, at tey í barnakórinum skulu framføra í Sjónvarpinum tann 11. februar 2007, og tað gleðir Elsebeth seg til.Jú tað gongur væl og hóast sjúkan ikki fyllir alt í gerandisdegnum hjá familjuni longur, so spøkir hon alltíðina.Elsebeth er vorðin níggju ára gomul og tað er at gleðast yvir, tí at eingin væntaði at hon fór at megna at byrja í 1. flokki.
Tekstur: Eyðgerð Mørkøe Kruse, eydgerd@dimma.fo Dimmalætting
Mynd:Elsebeth Kristina var í Danmark við foreldrabólkinum í 2004.