Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

EINFALT stuðlar Krabbameinsfelagnum

24/8/2017

Einfalt stuðlar Krabbameinsfelagnum

Miriam Hinz frá Einfalt hevur sniðgivið tvær plakatir til frama fyri Krabbameinsfelagið. Plakatirnar fáast í tveimum støddum, A3 kostar kr. 200 og A2 kostar kr. 300, báðar við ongari rammu.  Fyri hvørja selda krabba-plakat letur Einfalt kr. 100 til Krabbameinsfelagið. Plakatirnar fáast í nethandlinum hjá Einfalt.

Tann fyrra plakatin er mynd av Føroyum í litinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Seinna plakatin eitur '1 av 10'. Hon varð gjørd til eitt Grannakaffi í 2016, sum fleiri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba, fyriskipaðu. Hon ímyndar hagtølini, sum vísa, at 1 av 10 kvinnum fær staðfest bróstkrabba.

Plakatirnar kunnu keypast í nethandlinum hjá Einfalt sum er her.