Bróstkrabbabólkurin bjóðar til hugnaløtu

Bróstkrabbabólkurin Bót til bata skipar fyri hugnaløtu fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba. Tiltakið verður á Hotel Føroyum mikukvøldið 25. mars kl. 18.30 - 20.30.
Skráin fyri kvøldið:
- Anna Kristina Joensen, ráðgevi á Krabbameinsfelagnum, hevur eitt stutt upplegg um fatigue/møði í samband við bróstkrabba
- Drekkamunnur, hugni og prát – eisini verður høvi at deila royndir ella bara njóta løtuna saman við øðrum, sum eru í líknandi støðu sum tú
Kom við til eitt hugnaligt og uppbyggjandi kvøld! Tilmelding á kmf@krabbamein.fo, sms til 217957 ella við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959. Boða frá luttøku áðrenn mánadagin 23. mars kl. 15.00.