Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bragdið handar Krabbameinsfelagnum innkomnan stuðul frá gongu½maraton

8/8/2018

Bragdið handar Krabbameinsfelagnum innkomnan stuðul frá gongu½maraton

Mikudagin tann 1.august, knapt tveir mánaðar aftaná Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018, vóru umboð fyri Bragdið á vitjan í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum. Ørindini vóru at handa Krabbameinsfelagnum ein gávukekk.

Feløgini bæði samstarva um gangi ½ marathon, sum er ein partur av Tórshavn Marathon og sum hevur verið væl umtókt, síðani byrjan.

Í tilmeldingargjaldinum til gongu marathon, fara 100,- kr til Krabbameinsfelagið. Tó ber væl til at gjalda meira, um ein ynskir tað og somuleiðis kunnu øll onnur, sum renna hálvt og heilt marathon, stuðla við einari upphædd.

Vit eru bæði rørd og glað um, at áhugin at lata peningaligan stuðul, er so stórur, og í ár var upphæddin  tilsamans 24.600,- kr  

Bragdið takkar Krabbameinsfelagnum fyri sera gott samstarv og gleða okkum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon tann 2.juni 2019.