Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bót til Bata skipar fyri hugnaløtu í Virkishúsinum Smæran í Klaksvík mánakvøldið 20. mars kl. 19.00

13/3/2017

Bót til Bata skipar fyri hugnaløtu í Klaksvík mánakvøldið 20. mars kl. 19.00

Bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba.

Heidi Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, kemur at tosa um møði (fatigue). Heidi tekur í løtuni útbúgving innan onkologiska sjúkrarøkt. Høvi verður eisini til prát og hugnaliga samveru.

Hugnaløtan verður mánakvøldið 20. mars kl. 19.00 – 21.00 í Virkishúsinum Smæran á Kjalarvegi 48 í Klaksvík.

Tiltakið er ókeypis

Vinarliga boða frá luttøku á teldupost kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mánadagin 20. mars kl. 12.00.

Vinarliga

Turið Horn, forkvinna í Bót til Bata