Bót til Bata skipar fyri hugnakvøldið mikukvøldið 20. mai kl. 19.00

Hugnakvøldið verður mikukvøldið 20. mai 2015 kl. 19.00 á Hotel Runavík, Heiðavegur 6, Runavík.
Bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnakvøldi fyri kvinnum, sum eru ella hava verið sjúkar av krabbameini í brósti, og teirra avvarðandi.
Petur Elias Nielsen fer at greiða frá, hvussu tað var at vera maki, tá konan bleiv rakt av bróstkrabba.
Høvi verður eisini til hugnaligt prát og drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Tiltakið er ókeypis.
Tey, ið ynskja at luttaka, kunnu melda seg til á telefon 317959, ella við at senda teldupost til kmf@krabbamein.fo, í seinasta lagi 19. mai kl. 15.00.
Vinarliga
Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til Bata