Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bót til bata: Opið hús 31. oktober

24/10/2006

Bót til bata endar bróstmánaðin við at bjóða øllum kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba, til tiltak í felagshølunum í Havn týskvøldið 31. oktober klokkan 19.00.

Allan oktober-mánað, sum er altjóða bróstmánaður, hevur Bót til bata, ið er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini, varpað ljós á bróstkrabba – sjúkuna, sum á hvørjum ári rakar eina av níggju kvinnum ella í miðal 24 kvinnur í Føroyum um árið.

Bólkurin hevur selt ljósareyðar sloyfur og skipað fyri almennum fyrilestri, har kvinnur ið hava og hava havt bróstkrabba, hava sagt frá søgu sínum.

Opið hús verður í hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn týskvøldið 31. oktober kl. 19.00. Tilmelding fer fram hjá felagnum tlf. 315959/217959 og á telduposti: ffk@krabbamein.fo