Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bót til Bata hugnaløtu 9. mai 2007

9/3/2007

Bót til Bata skipar fyri hugnaløtu fyri kvinnum, sum eru skurðviðgjørdar fyri krabbameini í brósti.

Bót til Bata er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, sum sjálvar eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

Bólkurin hoyrir undir Føroya Felag móti Krabbameini.

Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur fer at halda fyrilestur um, tá børn eru avvarðandi hjá krabbameinsraktum.

Hugnaløtan verður á Hotel Føroyum við Oyggjarvegin, mikukvøldið 9. mai 2007 kl. 19.00 til umleið kl. 21.00.

Um tygum ynskja at luttaka, vinarliga boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 8. mai 2007, hjá Føroya Felag móti Krabbameini, telefon 317959/ 217959 ella teldupost adressa ffk@krabbamein.fo