Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu á Hotel Hafnia fyri kvinnum, sum eru ella hava verið sjúkar av krabbameini í brósti.

23/4/2014

Turid Horn fer at siga frá, hvønn týdning tað hevði fyri hana at ganga til listterapi, aftaná hon hevði verið sjúk av bróstkrabba.

Høvi verður eisini til hugnaliga samveru og prát og sjálvsagt verður eisini ein góður drekkamuður at fáa.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú ert áhuga at koma til hugnaløtuna, so vinarliga melda til tiltakið í seinasta lagið týsdagin 13. mai kl. 13.00, á telefon 317959 ella á mailadressu kmf@krabbamein.fo

Við vón um góða undirtøku

Vinarliga                                                                                  

Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til Bata

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari

Krabbameinsfelagið

Á ovaru myndini sæst Heidi Hvidbro og Turid Horn, ávíkavist forkvinna og næstforkvinna í Bót til Bata. Niðara myndin er av Fíu Lamhauge, life couch og listterapeuti.