Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu

20/2/2018

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava haft prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu

Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum, sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.

Hugnaløtan verður mikukvøldið 28. februar kl. 19.00 - 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Á skránni verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera.

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða okkum frá í seinasta lagi týsdagin 27. februar kl. 15.00 á  317959 ella á teldupost:  kmf@krabbamein.fo

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm.