Bólkur fyri makar hjá krabbameinssjúklingum byrjar aftur í januar 2016

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best fyri allar partar.
Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu.
Krabbameinsfelagið skipar tí aftur í ár fyri einum bólki har makar hjá krabbameinssjúklingum kunnu møtast. At hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagið at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar í trúnaði, er við til at geva orku og styrkja tann avvarðandi til at megna sínar uppgávur. Tað verða sjúkrarøktarfrøðingar á Krabbameinsfelagnum, sum skipa fyri løtuni.
Bólkurin byrjar 12. Januar 2016, kl. 13.00, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, í Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin er samlaður 1 ferð um mánaðin 6 ferð í alt.
Tey, ið eru áhugað at vera við ella ynskja at vita meira, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo